Vinna

Nýggja viðførismóttøkan tikin í nýtslu

- millum tvær og tríggjar ferðir so rúmsátt sum higartil

Sum sæst á myndini er vorðið munandi meira rúmsátt rundanum bandið, og til ber at sleppa framat tí allan vegin runt, nú viðførið kemur upp úr gólvinum og á bandið innanífrá.

Sum sæst á myndini er vorðið munandi meira rúmsátt rundanum bandið, og til ber at sleppa framat tí allan vegin runt, nú viðførið kemur upp úr gólvinum og á bandið innanífrá.

2024-03-29 22:49 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Síðani tíðliga í fjør hevur verið arbeitt við at víðka um viðførismóttøkuna hjá Vága Floghavn.  Talan er bæði um at víðka um hølini, samstundis sum øll skipanin til avgreiðslu av viðføri verður skift, umframt at høvið er nýtt til at bøta um hølistørvin til onnur endamál, so sum fundarhølir, skrivstovur, skiftirúm, vaskirúm og annað.  Tann parturin sum snýr seg um viðførismóttøku er nú liðugur og tikin í nýtslu.

“Hetta fer veruliga at merkjast, bæði hjá teimum ferðandi, men sanniliga eisini hjá teimum, sum hava til arbeiðis at fáa viðførið inn á bandið", sigur Regin I. Jakobsen, stjóri hjá Vága Floghavn, í viðmerking og heldur fram: “Nýggja skipanin til at handfara viðførið hevur við sær, at tað verður lættari hjá starvsfólkunum at handfara viðførið, tí so at siga eingin tørvur verður á at lyfta nakað við hond”.

Farstøðin hjá Vága Floghavn varð í síni tíð teknað til ein annan veruleika, nevniliga til ferðslu við flogførum, sum vóru til helvtar í stødd av teimum nú verða nýtt.  Hetta merkir sum vera man, at rúm skal vera fyri dupult so nógvum ferðandi, sum koma eftir viðføri sínum.  Vaksandi ferðslan um Vága Floghavn setir krøv til umstøðurnar á flogvøllinum í Vágum, og hetta er eitt stig rætta vegin.

“Í veruleikanum hava hølini verið ov trong frá byrjan, men tað hava vit bøtt um nú.  Vit fara frá umleið 250 m² upp á 630 m², so tey eru nú hálvatriðju ferðir upprunastøddina - ein ógvuliga stór broyting”, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri hjá Vága Floghavn. “Nú ferðafólkatalið bæði fyrraárið og í fjør aftur var omanfyri 400.000, og nýtt met varð sett í fjør, hevur veruliga verið týðiligt, at umstøðurnar ikki vóru nøktandi”.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder