Vinna

Nýggj útgáva av sangi hjá Øssuri 

.

2025-02-28 16:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Nýggj útgáva av sangi hjá Øssuri 

Maria á Lakjuni og Hans Poulsen standa aftanfyri útgávuna av fjórðu innspælingini av  sangum hjá Øssuri Berghamar. 

Um vikuskiftið varð aftur ein nýggj innspæling av føroyskum sangi at hoyra á stroymingtænastunum.  Sangurin hesaferð eitur Av náði Guds, og tað er Øssur Berghamar, sum eigur bæði orð og lag. 

Hetta er fjórði sangurin hjá Øssuri Berghamar, sum verður útgivin. Sangurin er partur av verkætlan, ið  ber heiti Av náði Guds. Tað er felagið Tónar við Jóhan Magnus Gunrim, sum stendur aftanfyri  verkætlanina. 

Tað eru longu 15 ár liðin, síðani tað varð farið undir arbeiðið við fyrsta sanginum. Tað var Arnvør á  Torkilsheyggi, sála, sum tók stig til verkætlanina. Hon og Hans Poulsen fóru í 2008 undir upptøku av  sanginum So mangt er mær dult. Arnvør var liðug við sangupptøkurnar, áðrenn hon varð álvarsliga  sjúk.

Arbeiðið við hesum sanginum lá stilt í nøkur ár, men var so tað tikið uppaftur, eftir at Arnvør andaðist.  Arnvør sang sangin á konsert, sum sangbólkurin Salt hevði í Løkshøll undan jólum í 2016. Arnvør  doyði 12. februar í 2018, og 12. februar í 2019 var sangurin almennur. 

Annar sangurin hjá Øssuri Berghamar í hesi røðini var útgivin í 2022. Tað er sangurin Leið meg til tær  grønu fløtur. Tá var tað Bárður á Lakjuni, sum sang, og Hans Poulsen tók upp og spældi undir, saman  við øðrum. Óli Poulsen ljóðblandaði og mastraði. 

Triði sangurin í røðini varð givin út á vári í 2023. Regin Guttesen sang so meistarliga sangin Spyr  Harran fyrst, hvørja ferð eitt stig tú skalt taka. Jákup Zachariassen tók upp og spældi undir saman við  øðrum. Óli Poulsen ljóðblandaði og mastraði. 

Nú er so fjórði sangurin í røðini givin út. Hesaferð er tað sangurin Av náði Guds, við vøkru røddini hjá  Mariu á Lakjuni. Hans Poulsen hevur framleitt í IntroVers studio og spælir undir saman við Jósva  Debes á trummum, og Fames Orchestra strúkikvartett úr Norður Makedonia. Maria á Lakjuni,  Margretha Højgaard Poulsen og Jóhan Magnus Gunrim syngja kór. Óli Poulsen hevur ljóðblandað og  mastrað. 

Á heimasíðu síni berghamar.com sigur Øssur Berghamar soleiðis um sangin: 

Á várið 2012 fór undirritaði um tey 70. Harrin hevði verið góður móti mær hesi mongu ár, og stutt  eftir var hesin afturlítandi sangur skrivaður, har eg við orðum og tónum kundi bera Gudi mínum eina  hjartans tøkk fyri náði og trúfesti Hansara. Hetta gjørdist ein persónligur vitnisburður, har orð  Paulusar í 1. Kor. 15,10 eisini gjørdust livandi fyri mær: “Men av náði Guds eri eg tað, sum eg eri, og  náði Hansara móti mær hevur ikki verið til einkis.” Hetta kundi eg bara siga amen til. 

Jóhan Magnus Gunrim sigur, at tað verður hildið fram við verkætlanini, og at farið verður undir næsta  sangin, tá stuðul er fingin til vega. Vónandi verður hetta seinni í ár. 

Sangirnir kunnu hoyrast her: 

So mangt er mær dult 

https://www.youtube.com/watch?v=y9-_jGQMqMQ 

Leið meg til tær grønu fløtur 

https://www.youtube.com/watch?v=PZN-meo1CCI 

Spyr Harran fyrst 

https://www.youtube.com/watch?v=zEQLESF7ZAc 

Av náði Guds 

https://www.youtube.com/watch?v=RcpvqyWvNlA

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder