Á landsfundinum vórðu ársfrágreiðing og roknskapur løgd fram, og varð roknskapurin fyri 2021 góðkendur.
2021 var eitt heldur øðrvísi ár við farsótt, tilmælum og avmarkingum. HUXA megnaði hetta tíðarskeiðið at gera vart við seg á teimum sosialu miðlunum, savna borgarliga ungdómin og virka til, at ungdómurin framvegis hevur eina aktiva rødd á borgarliga vonginum. Erling stóð á odda fyri hesum arbeiði við greiðum málum og ætlaðum. Erling Mørkøre er tí afturvaldur og ætlar at savna borgarliga ungdómin í størri mun enn til bar í 2021.
Nevndin vil samstundis takka Beini Johannesen fyri stóra arbeiðið í HUXA og eru vit sera errin av, at ein av okkara situr á løgtingi og arbeiðir fyri borgarligu hugsjónini.
Nevndin hevur skipað seg soleiðis:
Erling Mørkøre, Formaður
Rói Johannsen, Næstformaður
Oddur Norðberg, Kassameistari
Eyðstein Zachariasen, Skrivari
Teitur Friduson Andreasen, Nevndarlimur
Tiltakslimir:
Maria Müller
Jessica Cazabon Celibashi
Tummas Jóhan í Djónastovu
Nevndin fer beinleiðis til verka og ætlar áhaldandi at upplýsa og savna einari borgarligari ungdómin til frama fyri eina borgarliga framtíð í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald