Vinna

Nýggj nevnd skipað í LIV LÍVIÐ

Liv Lívið hevur á fundi 26. februar skipað nýggja nevnd.

2023-02-27 10:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Liv Lívið hevur á fundi 26. februar skipað nýggja nevnd, og eru 4 nýggj andlit komin í nevndina. Nevndin inniheldur 4 kvinnur og 5 mans. Nevndarformaðurin, Hans Terje Vestergaard, Skrivarin Jóhan Hansen og Kassameistarin Lív Brúsá vórðu vald at forseta í uppgávunum, og varð Eliesar Eið valdur sum nýggjur næstformaður í nevndini. Nevndin sær nú soleiðis út:

Hans Terje Vestergaard, formaður
Eliesar Eið, næstformaður
Lív Brúsá, kassameistari og starvsfólkaumboð
Jóhan Hansen, skrivari
Maria á Lakjuni, nevndarlimur
Joanita Rasmussen, nevndarlimur
Pól Sundskarð, nevndarlimur
Sara Eið, nevndarlimur
Kári Østerø, nevndarlimur


UM LIV LÍVIÐ

Liv Lívið varð áður kent sum Blái Krossur Ungdómur, og er ungdómsfelagsskapurin hjá Bláa Krossi. Liv Lívið er um summarið at síggja á flestum festivalum við eyðkendu bingjuni, og nýggju rúsfríu barrini. Eisini hevur Liv Lívið fyri stuttum fingið nýggj ungdómshølir mitt í Havnini, ið ber heitið Hollywood, og fer vónandi um ikki ov leingi at hava fastar upplatingartíðir um vikuskiftið.

Liv Lívið hevur sum høvuðsendamál at upplýsa ung um rúsdrekka og rúsevnir, og ynskir at vera á staðnum har tørvurin er størstur, og veita eitt alternativ til rúsin, og tað umhvørvið, ið rúsurin ber við sær.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder