Vinna

Nýggj matstova letur upp í Vágum í dag

Klokkan 11 fyrrapartin í dag opnar ein nýggj matstova í Vágum. Nýggja matstovan – ESSAN – letur upp í hølunum hjá matstovuni Smiðjuni í Miðvági.

2022-02-09 10:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ólavur og Ann-Margit Danielsen, sum eiga Smiðjuna í Miðvági hava leingi hugsað um, at hava opið mitt um dagin eisini, og ikki bert um kvøldið, men tey hava ikki havt arbeiðsorkuna til tað, sum tað krevur.

Tí hevur Smiðjan gjørt samstarvsavtalu við Essuna, sum Súsanna Danielsen eigur og kemur at reka. Súsanna er systur Ólav.

Tað hevur verið stórur eftirspurningur eftir at fáa keypt døgurðamat á døgurða í Vágum, og er tað tí at Essan nú letur upp.

Essan kemur at hava opið frá klokkan 11 til 15 mánadag til fríggjadag.

Leggjast skal afturat, at matstovan Smiðjan kemur at halda fram óbroytt.

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder