Vinna

Nýggj leiðsla hjá Leif Mohr

Á nevndarfundi hjá Leif Mohr mánadagin 20. november varð samtykt at leggja fyritøkurnar Leif Mohr og LM Electric saman. Samanlagda felagið fer framyvir at eita Leif Mohr.

2023-11-25 11:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Á nevndarfundinum varð samtykt at styrkja um leiðsluna hjá Leif Mohr við Hjalmari Sjóvará, sum verður fíggjarstjóri og Kenneth Johannesen, sum verður tekniskur stjóri. Leivur Holm verður framhaldandi forstjóri í fyritøkuni.

Hjalmar Sjóvará er útbúgvin cand. merc. og hevur verið fíggjarleiðari hjá Leif Mohr og LM  Electric í skjótt 30 ár.

Kenneth Johannesen er útbúgvin sum bæði elektrikari og sterkstreymsverkfrøðingur, og hevur verið tekniskur leiðari hjá LM Electric í skjótt 5 ár.

Leif Mohr er stórveitari til føroysku vinnuna við alskyns el-tøkniligum tólum, er størsta el-fyritøkan í landinum og hevur handil við el-lutum til vinnuna og heimið. Seinastu vørurnar, sum eru lagdar afturat eru hitapumpur og sólpanel.

Leif Mohr hevur sett sær fyri at ganga á odda í grønu elektrifiseringini av føroyska samfelagnum.

Harafturat hevur Leif Mohr styrkt um deildina, sum arbeiðir við stýringum og automatikki til vinnu og størri bygningar.

Samanleggingin verður liðugt gjøgnumførd í 2024.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder