Vinna

Nýggj hús á Syðradali

Seinasta húsið á Syðradali varð bygt í 1947.

Mynd: Bjørn Kalsø.

Mynd: Bjørn Kalsø.

2023-09-21 14:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Av brúgvartakinum á Sam, sást ein broytt bygdarmynd av heimbygdini seinnapartin í gjár. Heimanfyri Gjónna stóðu snotiligu húsini hjá Andrias Eliasen, sum Norðsetur, eftir lítlari løtu, hevði reis.

Syðradalur er góð 200 ára gomul bygd. Men spildurnýggj hús hava ikki verið reist í bygdini síðan beint eftir seinna heimsbardaga.
Dagurin var tí søguligur.
Talan er um fyrstu sethúsini heimanfyri (norðanfyri) Gjónna.
Vit ynskja Andriasi hjartaliga til lukku við húsinum, og takka øllum Inni Har Úti fyri blíðskap í reisigildinum, skrivar Bjørn Kalsø á Facebook.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder