2023-10-30 15:38
Hetta fall føroyingum illa, tí hetta skerdi teirra møguleikar á egnari landleið.
Skipara- og Navigatørfelagið boðaði til fundar. Har varð samtykt at venda sær til Keypmannahavnar um at fáa verjuskip undir Føroyum.
Haraftrat samtyki fundurin eitt sermerkt uppskot frá skiparanum Jens Mohr í Havn um 10 fjórðinga fiskimark um Føroyar. Amtmaðurin Chr. Bærentsen fór niður við boðunum, sum vóru løgd fyri fólkatingið.
Har varð samtykt at senda verjuskip til Føroya at reka bretar út um 3 fjórðingar!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald