Umhvørvisstovan: Talan er um týdningarmikla vitan um havbotnsdýpið, sum kann vera til gagns fyri fleiri partar og hendan vitan kann nýtast til fleiri onnur endamál. Umhvørvisstovan hevur arbeitt við eini reglugerð og mannagongd fyri útflýgging av føroyskum dýpdardátum, sambært galdandi lóg, og nú er reglugerðin almenn.
Reglugerðin er at finna á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni, har til ber at lesa yvirskipað um útflýgging av dýpdardátum og hvussu berast skal at, tá ið søkjast skal um at fáa dýpdardátur í føroyskum sjóøki.
Allir spurningar um evni eru vælkomnir at sendast við telduposti til [email protected].
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald