Vinna

Nýggir sáttmálar fyri Føroya Tele og Posta

SEMJA: Starvsfelagið hevur gjørt nýggjar sáttmálar við Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri sáttmálaøkið hjá Føroya Tele og Posta. Nýggju sáttmálarnir geva starvsfólkunum á Føroya Tele og Posta eina lønarhækking á ávikavist 7,57% og 7,27% yvir 2 ár. Frá 1. januar 2023 fáa starvsfólkini, sum eru umfataði av hesum sáttmálum, eisini eftirløn av yvirtíðarlønini.

2022-12-13 14:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Semjan millum Starvsfelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag varð undirskrivað í Vinnuhúsinum seinnapartin í gjár. Nýggju sáttmálarnir fyri sáttmálaøkið hjá Føroya Tele og Posta eru 2 ára sáttmálar, galdandi frá 1. januar 2023 til 1. januar 2025.


Lønarkarmurin er samanlagt 7,84% yvir tvey ár

Lønarkarmurin fyri báðar sáttmálarnar er tann sami, 3,80% fyrra árið og 4,04% seinna árið.

Hesaferð valdi samráðingarnevndin at brúka burtur av karminum fyri fyrsta árið soleiðis, at frá 1. januar 2023 verður eftirløn goldin fyri úrtíðarløn. Hetta merkir, at fyri Føroya Tele verður 15,5% og fyri Posta 15% goldið í eftirlønargjaldi í eftirlønargrunnin av øllum útgoldnum úrtíðarlønum.

Eftir at kostnaðurin av eftirlønargjaldinum er farin av karminum, hækka lønirnar soleiðis í sáttmálaskeiðinum:

Í sáttmálanum fyri Føroya Tele:

  • 1. januar 2023 hækka lønirnar 3,52%
  • 1. januar 2024 hækka lønirnar 4,04%

Í sáttmálanum fyri Posta:

  • 1. januar 2023 hækka lønirnar 3,23%
  • 1. januar 2024 hækka lønirnar 4,04%

Fyri sáttmálan fyri Føroya Tele er galdandi, at arbeiðsgevarin rindar 15,5% í eftirlønargjald av vanligu lønini, viðbótum og úrtíðarløn.

Fyri sáttmálan fyri Posta er galdandi, at arbeiðsgevarin rindar 15% í eftirlønargjald av vanligu lønini, viðbótum og úrtíðarløn.

Lønarhækkingin í sáttmálaskeiðnum svarar til tað, sum onnur feløg á privata arbeiðsmarknaðinum hava fingið fyri sama tíðarskeið.



https://www.starvsfelag.fo/tidindi/nyggir-sattmalar-fyri-foroya-tele-og-posta/


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder