Vinnuhúsið: Semingsmaðurin Terje Sigurðsson legði, sunnudagin 9. Juni, eitt semingsuppskot fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgunum (Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag.)
Partarnir góðtóku semingsuppskotið og hava undirskrivað ein tvey ára sáttmála.
Broytingarnar eru hesar:
Løn:
1. mai 2024 hækkar grundlønin 3,25%.
Harumframt serstøk viðbót á 3,75 kr./tíman sum eitt serstakt lønarlyft. Av serstøku viðbótini verða ongar viðbøtur roknaðar, tó verður eftirløn, frítíðarløn og yvirtíð roknað av serstøku viðbótini.
1. mai 2025 hækkar grundlønin 3,23%.
Harumframt ein serstøk viðbót á 3,50 kr./tíman sum eitt serstakt lønarlyft. Av serstøku viðbótini verða ongar viðbøtur roknaðar, tó verður eftirløn, frítíðarløn og yvirtíð roknað av serstøku viðbótini.
Eftirløn
1. mai 2024 verður eftirlønin, sum er 11,2%, nú roknað av allari A-inntøku, íroknað frítíðarløn.
1. mai 2025 verður eftirlønargjaldið hækkað til 12,0% av allari A-inntøku, íroknað frítíðarløn.
Reingerðarviðbót
1. mai 2024 verður fyri reingerð goldið grundløn + 0,35% um tíman.
Aðrar broytingar
Harumframt eru broytingar avtalaðar í ávegis semjum, sum eru gjørdar sum partur av samráðingunum. Broytingarnar eru avtalaðar í høvuðssáttmálanum, busssáttmálanum og pelagiska sáttmálanum.
Í stuttum eru hesar broytingar:
Høvuðssáttmálin:
Nágreiningar eru gjørdar í útrokningini av eftirsitilønini, um arbeiðsfólk doyr.
Lærlingalønirnar eru hækkaðar fyri sáttmálar, sum eru gjørdir aftaná 1. mai 2024, eins og lønin hjá yrkislærdum nú verður ásett sum eitt prosentgjald heldur enn eitt krónugjald (grundløn umframt 13,5% um tíman). Ásett verður, at arbeiðsgevari hevur skyldu at rinda lærlinginum løn , meðan hann er í skúla, og nýggjar ásetingar eru um, hvussu lærlingurin skal lønast, um hann verður biðin um at koma til arbeiðis í skúlaskeiðnum.
Broytingar eru gjørdar í ásetingunum um løn og uppsøgn, tá løntakari, sum hevur arbeitt hjá sama arbeiðsgevara meira enn 6 mánaðir, gerst óarbeiðsførur vegna arbeiðskaða.
Pelagiski sáttmálin:
Um arbeitt verður longri enn 12 tímar leygardag ella sunnudag, hækkar yvirtíðarlønin í mun til verandi sáttmála. Eisini eru nýggjar ásetingar um frítíð, tá skift verður millum dag- og náttarvakt.
Bussáttmálin:
Fyri koyring jólaaftan aftaná kl. 13.00 fær bussførari dupulta bussføraraløn. Jólaaftan aftaná kl. 16.00 er eins og í undanfarna sáttmála at rokna sum frídagur. Eisini er tann broyting gjørd, at álitisfólk skulu takast við uppá ráð, tá rutur og aðrar broytingar verða gjørdar, sum busseigarin hevur ávirkan á. Er einki álitisfólk, skulu bussførarar takast við uppá ráð.
Boðað verður seinni í vikuni frá um kunningarfund um semjuna fyri limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald