Sverri Egholm skrivar á Portal.fo:
Fyrrapartin hevur nýggi Jupiter ligið í Nólsoyarfirði, og á middegi varð lagt at við Vónakeiina.
Nýggi Jupiter er systurskip til Finn Fríða, og knapt 10 ár yngri enn undanfarni Jupiter, sum hevur fingið navnið Gamli Jupiter, og er selt til Framherja í Fuglafirði, sum skal brúka skipið til skiftisskip, til Framherji fær handað ein nýbygning í 2024.
Skipið fer á svartkjaftaveiðu seinni í hesum mánaðinum.
Nú seinnapartin varð kósin sett á Kollfjørð, sum eisini er heimstaðurin hjá Jupiter.
Undanfarni Jupiter er seldur til Framherja í Fuglafirði, og hevur fingið navnið "Gamli Jupiter".
Nýggi Jupiter er 73 metrar langur og 15 metrar breiður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald