2025-05-22 08:30

Tað hendir við kunngerð, sum TAKS og Fíggjarmálaráðið hava tikið stig til.
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, væntar, at hetta kann gerast eitt framstig fyri øll: „Við nýggju kunngerðini fáa flutningsfeløgini nýggjar møguleikar, TAKS fær betri tíð til eftirlitsarbeiðið – og borgarin fær pakkan skjótari heim,“ sigur landsstýriskvinnan.
Kunngerðin er lýst, og nýggja skipanin er nú komin í gildi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald