Vinna

Nú Trump oyðileggur frælsa heimin - er USA vorðið fíggindi heldur enn okkara frælsisviti?

d.

2025-02-13 17:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


So hendi tað øll væntaðu og vóru bangin fyri. Trumpurin ger knæfall fyri og sleikir Putin um rassin. 

Russisku miðlarnir eru ovfarakátir í dag, nú kvinnuskemdarin, rúsevnanjótarin og patalogiski lygnarin Pete Hegseth hevur fornoktað Ukraina og í veruleikanum NATO, sum ikki skal hjálpa Ukraina. 

At Hegseth ikki er annað enn eitt óálítandi fják er telduposturin mamma hansara, Penelop, sendi til hansara 30. apríl 2018 og sum New York Times endurgav í heyst, har mamman m.a. skrivaði til sonin: “You are an abuser of women… and I have no respect for any man that belittles, lies, cheats, sleeps around, and uses women for his own power and ego…”. Og mang afturat, skrivaði mamman!

Pete Hegseth segði mikudagin m.a.: Ukraina fær ongantíð stjolnu landaøkini aftur, Ukraina fær ikki limaskap í NATO. Álop á Ukraina framyvir útloysir ikki art. 5 í NATO-sáttmálanum, amerikanskir soldatar fara ongantíð at verða partur av friðarvarðveitandi herdeildum í Ukraina og annað, sum verri er. Stutt sagt, Pete Hegseth bara endurgav krøvini hjá Putin.


Um Trump/Hegseth hildu hetta, so kundu teir um ikki annað tagt, til samráðingar blivu við Putin og øll vittuggini í Kreml. Nú hava teir longu givið Putin, Kadyrov, Lukashenko, Orban og øllum hasum despotunum og fasistunum harumvegir alt tað, teir kundu ynskt sær og meira afturat.


Samstundis krevur Trump av Zelensky, at USA fær óskerd rættindi til sjaldsom metall í Ukraina, virði 500 mia. dollarar, móti teimum góðum 100 mia., sum Biden játtaði Ukraina í hernaðarhjálp.

Øll ábyrgdin verður síðani blakað á Europeisku londini og Trump kann taka æruna av “russiska friðinum” í Ukraina, orkrestreraður av Putin.


Trump onga ætlan

Ístaðin at samskifta við Zelenski og Natolondini, so ringdi Trump first til Putin mikukvøldið, har teir í hálvanannan tíma viðgjørdu Ukraina. Aftaná ringdi Trump til Zelensky. Altso, Trump ætlar at samráðast um Ukraina uttanum ukrainar, uttanum Natolondini og uttan nøkur trygdargaranti fyri Ukraina og Europa. Trump setir Ukraina treytir fyri friði, sum um at Ukraina er aggressorin, Putin ongar.


Allir eygleiðarar eru samdir um, at Trump og hansara fólk als onga ætlan hava fyri friði í Ukraina, uttan at jabba upp í saman, at kríggið er ræðuligt, men tað vita jú øll. Alt er tað bera reyp. 

Tað vóru russar sum lupu á og hava sorlað, pínt og dripið 100túsundir av ukrainum. Men tað tykist als ikki at vera í líkningini hjá Trump og Hegseth.


Vónbrotið í Ukraina er ræðuligt. Hugsa sær, at ukrainar, sum frá Holdomor til 2025 hava verið týndir, jagstraðir og kúgaðir, nú fáa knívin í bakið frá Trump og lygivættinum Hegseth. 


Fíggindi og ikki vinur longur?

Samstundis var hoyring mikudagin í Senatinum (Ted Cruz) um yvirtøku av Grønlandi. Gaza skal vera amerikanskt, frítíðarøki fyri ríkfólk. Panama og Canada eru á skránni og so tollmúrar móti øllum heiminum. Alt er ein hurlivasi.


Hetta er bara byrjanin. USA er við at gerast fíggindi nr. 1 fyri okkum øll - frá at vera okkara bjarti viti, vón og bjarging í frælsa heiminum. Vónbrotið er óendaligt.

USA sum nú verður stýrt av narcissisti og megalomani, og sum girðir seg við fólkum av sama kaliburi. Syndarligt.


Trúarspekulanturin

Og so hevur Trump sett á stovn eina sokallaða trúarskrivstovu. Mann fær vaml. Maðurin sum allan sólarringin ikki ger annað enn at spilla fólk út. Øll onnur eru ræðulig, býtt, ljót, órein, bannsett, illgrundað, svøk, brekað, korrupt, meðan hann er sendiboð Guds? 


Eisini hevur hann sett teleevangilistin og trúarspekulantin Paulu White sum ráðgeva, sum bert hevur eittans endamál, at ríka seg sjálva upp við at lokka pening frá veikum og naivum sálum. Sambært Herald Weekly 12. sept 2024, so var hennara nettoogn millum 35 til 40 mio. kr. Ikki so galið hjá einum teleevangilisti og av Gudi kallaðum syndara.  

Annars bleiv hon skyld frá prestinum Randy White í 2007. Men tað segðist, at hon hevði fingið eina openbering úr erva, so tað var sjálvsagt ikki hennara feilur. Aftaná bleiv hon spirituellur ráðgevi hjá Trump. 

Tað var hon eisini, tá Trump fyri opnum skermi reypaði sær av taka upp undir konufólk og annars at rinda pornustjørnuni Stormy Daniels haltkjaftpengar í 2016. 

Men sjálvsagt var dómurin, sum Trump fekk, allur sum hann var, forfylging. Trump var kallaður, ja Gud bjargaði Trump, tá hann bleiv skotin í Pennsylvania.  


Despotar vegurin

At Várharra kanska heldur vildi ávara Trump, ja - tað kom ikki hasum personagunum til hugs, men at missbrúka Várharra, tá er einki óført. Vitloysið hevur eingi mørk. Og her í Føroyum ganga summi trúgvandi og hálova ørskapinum. Ófatilgt.


Hetta var so tað... USA sum frælsisvitin er farið, nú teir sjónliga eisini ganga autokratum/despotum/fasistum á møti. 


Men hatta frøir allar nalvaskoðararnar í USA og her um leiðir, skilst. Hyggið og lurtið eftir Mussolini - Trump og hann kundu verið tvíburðar.


At Trump steðgar ólógligu hóp-migratiónini inn í USA, avmarkar øru Woke-rørsluna og fer eftir brotsliðunum, sum kynsleyst flyta fentanyl og onnur rúseitur inn í landið, ið orsakar 100túsundir av deyðum og ólukkudýrum, tað er so sjálvsagt.

Bara óendaliga syrgiligt, at kostnaðurin av politikkinum annars kann verða sorlað vesturlendsk fólkaræði.



Bjarni Djurholm

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder