Vinna

Nú hevur Atlantic Airways aftur fýra flogfør

Nýggjasta flogfarið hjá Atlantic Airways lendi í Vágum klokkan 21:15.

2023-03-06 21:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í desembur fór Elinborg úr flotanum hjá Atlantic Airways. Elinborg, ið fleyg á fyrsta sinni til Føroya 22. mars 2012, var fyrsta Airbus flogfari hjá Atlantic Airways. Flogfarið varð bygt á flogverksmiðjuni í Hamburg og serútgjørt til rutuflúgvingina til og úr Vágum og var sum fyrsta flogfar í Evropa útgjørt við framkomnu navigatiónstøknifrøðini RNP AR 0.1, ið hevur bøtt munandi um stundvísið og reglusemið á farleiðunum til og úr Føroyum.

Í kvøld lendi nýggja Elinborg. Elinborg kom úr Montoellier í Frankaríki.

Flogfarið, sum kom í kvøld er eitt langtíðarleigað A320 flogfar. Atlantic Airways hevur nú fýra Airbus A320 flogfør og tvær tyrlur av slagnum AW 139. Tvey av flogførunum eru av slagnum Airbus A320neo, ið eru tey mest orkusparandi av sínum slag. Øll flogførini eru útgjørd við navigatiónstøknifrøðini RNP AR 0.1.

- Vit eru takksom fyri tíðina við Airbus A319 flogførum, ið hava tænt okkum framúr væl. Við vaksandi ferðafólkatali er tíðin tó komin til, at siga endaliga farvæl við A319 tíðarskeiðið. Við fýra A320 flogførum, ið øll hava somu stødd, megna vit at betra um kappingarførið og lættari verður at leggja flogferðsluna til rættis. Harumframt eru A320 flogfør burðardyggari í mun til A319 flogfør, tá hugt verður eftir CO2-útlátinum fyri hvørt flogsetur og talið av túrum, segði Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways tá ið Airbus319 flogfarið fór úr flotanum í desembur.

Nýggja Airbus A320 flogfarið, sum lendi í Vágum í kvøld, fær flogskrásetingina OY-RCM og fer eins og A319 flogfarið at verða nevnt Elinborg.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder