Hetta hendir, eftir at Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, í sambandi við ríkisfundin í Keypmannahavn fyrrapartin, undirskrivaðu eina felags áheitan á Hægsta Rætt um formliga at seta nevndina.
Nevndin skal taka støðu til henda stutta spurningin:
Er limaskapur Føroya í egnum navni í World Trade Organization (WTO) sambæriligur við stjórnarskipanarligu støðu Føroya?
Føroyskur WTO limaskapur hevur alstóran týdning fyri Føroyar og føroyska búskapin. Tað var eitt stórt og søguligt stig, tá vit saman og í semju – bæði í Føroyum og Danmark, samdust síðsta summar, um at royna § 6 nevndina fyri fyrstu ferð nakrantíð. Eg veit, at summi hava ótolnast eftir at nevndin fór til verka. Men hetta eru ótroddar gøtur, og tí hevur verið neyðugt við fyrireikingartíð. Eg fegnist um, at nevndin nú formliga fer til verka, og eg ivist ikki í, at nevndin fer at arbeiða skjótt, og síggi fram til eina niðurstøðu í 2025. Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Søguligt stig sum ikki er roynt áður
Tað var í sambandi við ríkisfundin í Aalborg síðsta summar, at løgmaður og danski forsætisráðharrin samdust um søguliga stigið, at spurningurin um føroyskan WTO limaskap skuldi roynast í einari serligari nevnd, sbrt. heimastýrislógini § 6. Hetta varð gjørt eftir, at landsstýrið hevði fingið undirtøku frá einari samdari uttanlandsnevnd.
Hóast heimastýrislógin hevur nærum 80 ár á baki, hevur hendan § 6 nevndin ongantíð áður verið sett. Tí hevur verið neyðugt at fyrireika gjølla, hvussu nevndin skal setast, og hvussu hon skal virka. Hetta hava Løgmansskrivstovan og Statsministeriet arbeitt við síðani í summar. Semja er nú um hesi viðurskifti, sum eru lýst í felags áheitanini á Hægsta Rætt, sum í dag er undirskrivað.
Føroya landsstýrið og danska stjórnin hava, hvør í sínum lagi, valt tvey umboð í nevndina. Í næstum verður kunngjørt, hvørji umboðini í nevndini eru.
Felags áheitanin á Hægsta rætt er orðað á donskum og føroyskum, og kann lesast her.
Tíðindaskriv
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald