2023-01-05 17:35
STATUS HÓSDAGIN 5. JANUAR
Nú eru 5.539 harur skrásettar at verða skotnar á 535 túrum í 194 høgum kring landið.
Men enn eru nógvir hagar REYÐIR.
Á kortunum niðanfyri sæst, hvat er skrásett higartil.
Fyri teir "reyðu hagarnar" er enn einki skrásett.
Fyri hagarnar, sum eru vístir við grønum, sæst hvussu nógvar harur eru skotnar í hvørjum haga. Ovara talið er talið av harum, sum eru skrásettar. Niðara talið, sum stendur í parantes ( ), er talið av túrum, sum eru skrásettir higartil.
Í teimum "gulu høgunum" hava teir IKKI skotið harur í 2022.
Er fari tí enn einaferð at heita á harumenn um at skráseta túrarnar
Tølini skulu skrásetast á heimasíðuni “Haran.fo”. Eisini ber til at ringja til mín (Eyðfinn Magnussen) á tel 26 58 31.
- brúkaranavn: hs
- loyniorð: login
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald