Vinna

Nú er klárt at søkja um stuðul til umhvørvisverndartiltøk

Á fíggjarlógini fyri 2023 eru 900.000 kr. settar av til at stuðla umhvørvisverndartiltøkum.

2023-04-21 16:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Endamálið er, at menna vitanina um náttúru og umhvørvi, at fyribyrgja og avmarka dálking, skipa verju av djóra- og plantusløgum og landsløgum, umframt at kunna um náttúru- og umhvørvisviðurskifti og stuðla undir orkusparandi tiltøkum.

Játtanin hevur í fleiri ár verið so lítil, at hon burtur av hevur verið nýtt til tiltøk í sambandi við Ramsar-arbeiði. Landsstýriskvinnan, Ingilín D. Strøm, fegnast um, at tað hevur eydnast at hækka játtanina so mikið, at rúm eisini verður fyri at stuðla øðrum viðkomandi ætlanum.

Til ber hjá  einstaklingum, virkjum, feløgum og  kommunum at søkja um stuðul.

Umsóknir skulu skrivast á serligt umsóknarblað.

Sí: Umsóknarblað og reglugerð.

Freistin at søkja um stuðul er 12. mai 2023

Umsóknir skulu sendast til teldupost [email protected]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder