Vinna

Nú búgva bara 5 fólk á Stóru Dímun

Janus við húskið, fluttur til Vestmannar

2022-10-10 23:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Stóra Dímun - Dímunargarður skrivar:

Nú, vit eru liðug at fletta er samstundis eitt nýtt tíðarskeið, fyri okkum øll í Stóru Dímun.
Janus, Erla og børnini eru flutt til Vestmannar. Hendan ætlan hevur veri í umbúnaði í eina tíð og nú slaktið er liðugt, er hetta veruleiki. Tey hava síðani 2010, búð herúti. Meðan tey hava búð í Dímun, hava tey fingið trý børn: Óla Jákup 10 ár, Andrea 8 ár og Tórur 6 ár.
Vit eru takksom fyri hesi árini, vit hava arbeitt saman og vænta eisini at tey fara at síggjast herúti av og á.
Sjálvandi fara vit at sakna tey almikið, men gleðast samstundis teirra vegna og ynskja teimum blíðan byr, í teirra nýggju tilveru.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder