NÓTASKIP:
Reiðaríini í Felagnum Nótaskip hava seinastu árini veruliga sett ferð á at endurnýggja flotan. Hetta er bæði gjørt við at byggja spildurnýggj skip og at skifta eldri skip út við nýggjari skip.
Trý nýggj skip
Seinnapartin í gjár var móttøka í Fuglafirði fyri nýggja Høgabergi, sum Sp/F Framherji hevur latið byggjað. Høgaberg er triði nýbygningur, sum er komin í nótaflotan seinastu trý árini. P/F Christian í Grótinum bygdi eitt nýtt uppsjóvarskip, sum kom til landið á vári 2022, meðan P/F Krossbrekka lat Finn Fríða byggja, sum kom til landið í fjør.
Aðalmálið við nýggju og stóru íløgunum hevur verið at fáa eina hægri góðsku, lægri útlát og betri lønsemi.
Gildistíðin avgerandi
Ein høvuðsorsøk til, at reiðaríini í Felagnum Nótaskip hava gjørt so stórar íløgur í at endurnýggja flotan seinastu árini, er, at viðurskiftini í fiskivinnuni hava verið trygg og at gildistíðin á loyvunum higartil hevur verið 12 ár.
Lægri miðalaldur
Fagraberg, sum bleiv bygdur í 1999, er í løtuni elsta skipið í uppsjóvarflotanum. Næsta ár, í 2026, verður Fagraberg skiftur út við eitt nýggjarí skip – eitt skip frá 2018.
Miðalaldurin hjá teimum sjey skipunum, ið tey trý reiðaríini í Nótaskipum eiga, verður tá átta ár.
Fakta: Skipini í Felagnum Nótaskip
- Høgaberg 2025
- Finnur Fríði 2024
- Christian í Grótinum 2022
- Gøtunes 2016
- Norðborg 2008
- Tróndur í Gøtu 2003
- Fagraberg 1999 – komandi skipið frá 2018
Mynd: Karstensens Skibsværft A/S
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald