Norska krabbaveiðan á Svalbardsøkinum har Normenn siga seg hava einarætt til, verður fiska við als ongum skilið.
Frá bert eini 4-5 skib vóru fyri bert fáum árðum síðan, vóru eini 23 skip í ár.
Nógvur ísur var á leiðini so krabbabátanir ístaðin fyri at ríma settu ómerktar krabbarúsir við ongum boyðum á og , sum viðførdi at teir mistu eina rúgvu av rúsum.
Hetta er til stóran ampa fyri trolarnar ið fáa hesar mistu rúsur og nylonendar i kilometurvís í trolið . Vit skræða trolið og missa eina rúgvu av tíð, tá vit koma fastir í hesar rúsir
Eg meti at minst 5000 rúsur stóðu og ´´spøkilsisfiskaðu´´ eftir at krabba-sesongin sluttaði 7.juni. Nógvar fullar av krabba sum var fangaður har til at svølta í hel
Tað minsta var at teir sendu skip á leiðuna at dreggja mistar rúsir upp
Eg skilji als ikki at eitt land sum Norra letur hetta fortseta, til stórt umhvørvissvínarí.
Bjarni Petersen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald