Vinna

Norðurlendskur fundur millum fíggjarmálaráðharrar

Norðurlendsku fíggjarmálaráðharrarnir hittust mánadagin í Eidsvoll í Noregi.

2022-06-29 11:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Á skránni vóru fíggjarpolitisku avleiðingarnar av krígnum í Ukraina og umrøða av almenna leiklutinum í serligum støðum, tá farsóttir og kríggj herja.

Hetta var gjøgnum MR-Finans, sum er norðurlendska ráðharraráðið fyri búskapar- og fíggjarpolitikk.

Uni Rasmussen, landsstýrismaður, kunnaði um búskaparligu støðuna í Føroyum, og hvussu føroyskir myndugleikar hava handfarið støðuna síðstu tvey árini.

Somuleiðis greiddu hinir ráðharrarnir frá støðunum í ymsu londunum og teimum átøkum sum eru framd síðstu tíðina. Fundurin gav ráðharrunum høvið at umrøða hvørji atlit eiga at vera tikin tá fíggjarpolitikkurin verður lagdur.


Meira kann lesast um fundin hjá MR-Finans her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder