Úrslitið fyrra hálvár 2022 er í stóran mun ávirkað av virðisjavnan av lánsbrøvum, har skjótt hækkandi rentustøðið hevur havt við sær lægri kursir á lánsbrøv. Harumframt er úrslitið ávirkað av, at sparikassin hevur afturført niðurskrivingar á útlán.
Verður sæð burtur frá virðisjavnan og niðurskrivingum, hevði sparikassin eitt avlop frá grundrakstrinum upp á 10,9 mió. kr. fyrra hálvár í mun til 10,6 mió. kr. sama tíðarskeið í 2021.
Virksemi
Útlánini lækkaðu úr 2.025 mió. kr. niður í 2.001 mió. kr., sum svarar til eina lækking upp á 24 mió. kr. ella 1,2 %.
Innlánini hækkaðu úr 2.464 mió. kr. upp í 2.507 mió. kr., sum svarar til eina hækking upp á 43 mió. kr. ella 1,8 %.
Innlánsavlopið var 506 mió. kr. fyrra hálvár 2022.
Solvensur og gjaldføri
Solvensur sparikassans er góður og hevur verið støðugt hækkandi seinnu árini. Solvensurin var 26,2 % pr. 30. juni 2022 í mun til 23,1 % árið fyri.
Gjaldførið er eisini gott. Lyklatalið fyri gjaldførið var 340 % pr. 30. juni 2022. Lógarkravda gjaldførið er í minsta lagi 100 %.
Negativ renta hjá privatkundum strikað 1. september 2022
Sum áður fráboðað hækkar rentan 1. september 2022. Hjá privatkundum hækkar útlánsrentan við upp til 0,40 %-stig og negativa rentan av innlánum verður strikað. Rentan hjá vinnukundum hækkar við upp til 0,50 %-stig bæði fyri inn- og útlán. Yvirlit við rentustigum verður kunngjørt á heimasíðu sparikassans www.ns.fo, tá ið hækkingin er komin í gildi.
NORÐOYA SPARIKASSI
Marner Mortensen, stjóri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald