Virksemi støðugt
Útlánini øktust úr 2.025 mió. kr. upp í 2.043 mió. kr., sum svarar til ein vøkstur upp á 18
mió. kr. ella 0,9 %.
Innlánini lækkaðu úr 2.464 mió. kr. niður í 2.460 mió. kr., sum svarar til eina lækking upp á 4 mió. kr. ella 0,2 %.
Ábyrgdarpeningurin øktist úr 33,6 mió. kr. upp í 34,3 mió. kr., ið svarar til eina øking upp á 0,7 mió. kr. ella 2,1 %. Mælt verður til at renta ábyrgdarpeningin við 4 % í 2022, og miðað verður eftir at renta ábyrgdarpeningin við 5 % í 2023.
Grundrakstur styrktur
Grundraksturin í 2022 er ávirkaður av stakútreiðslum í sambandi við at tekjan á høvuðsbygninginum er skift. Hóast hetta øktist grundraksturin úr 21,2 mió. kr. upp í 23 mió. kr. í 2022, sum er ein øking upp á 1,8 mió. kr.
Gjaldføri og solvensur
Gjaldførið er gott. Við ársenda 2022 var lyklatalið fyri gjaldførið 308 % í mun til
lógarkravda gjaldførið á 100 %.
Eisini solvensurin er góður. Við ársenda 2022 var solvensurin 27,1 % sammett við 25,4 % árið fyri.
Árligi umboðsráðsfundur sparikassans verður 13. apríl 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald