Politikkur

Norðoya Fólkafloksfelag havt ársaðalfund

Talan var um ein góðan fund, har nýggi formaðurin Christian F. Andreasen greiddi frá um ymisk viðurskiftir.

2022-04-07 13:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Norðoya Fólkafloksfelag havt ársaðalfund.



Á aðalfundinum hjá Norðoya Fólkafloksfelag í kvøld, stóðu tríggir nevndarlimir fyri vali og vóru teir allir afturvaldir.



Nevndin:

Símun Gullaksen, Formaður

Hallstein E. Jacobsen, Næstformaður

Lena í Buð, Kassameistari og skrivari

Kári Kallsberg

Heri Ellingsgaard



Tiltakslimir:

Herfríð Sørensen

Finn Hansen



Limir í Floksleiðsluni

Símin Gullaksen og Hallstein E. Jacobsen

Lena í Buð er tiltakslimur í Floksleiðsluni



Talan var um ein góðan fund, har nýggi formaðurin Christian F. Andreasen greiddi frá um ymisk viðurskiftir.



Eisini hevði tingmaðurin og tingbólkaformaðurin Beinir Johannesen, Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir tingkvinna, Jákup Mikkelsen tingmaður og Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum framløgur fyri fundarfólkunum og greiddu frá um politisku gongdina í samgonguni og onnur viðkomandi mál.



Fundarfólki luttóku dúgliga við spurningum og viðmerkingum og varð talan um ein sera góðan, siðiligan og konstruktivan aðalfund.



Niðurstøðan á fundinum var greið, nú hyggja vit frameftir og fara at arbeiða í felag við at menna eina hóskandi og mennandi valskrá til komandi løgtingsval, sum verður um eitt gott ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder