Vit tosaðu umborð fyri løtu síðan, Jón Rasmussen skipari segði, at teir komu í óveður tá ið teir komu á fiskileið, men fiskiskapurin var hampuligur, tá ið óveðrið hasaði av aftur.
Teir framleiða enn, tá ið liðugt verður at framleiða, fara teir at vaska og rigga av, síðani verður jólahald umborð.
Teir koma á Fuglafjørð á midnátt og tíðliga í morgin skulu teir landa í Ánunum.
800 tons av sildafløkum, 40 tons av heilfrystari sild og 220 tons av mjøl.
Skiparin segði, at teir eiga nakað eftir av sildakvotuni, men tað verður flutt til komandi ár.
Vit spurdu nær teir fara avstað aftur, hann helt at teir fóru, tá ið komið varð til trettanda, tá mundu teir fara at hugsa um, at fara avstað aftur.
Vit á JN.fo ynskja manning og reiðaríð GÓÐ OG HUGNALIG JÓL.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald