2023-12-12 21:27
Í morgin kl 06 skulu teir byrja at landa í Ánunum, teir hava fulla last av sild, tað mesta er sildafløk.
Teir fara helst avstað aftur so skjótt sum møguligt, teir hava nakað eftir at fiska av sildakvotuni.
Fiskiskapurin er góður í altjóða sjógvi norðanfyri, í kvøld er bara Gøtunes av føroyskum skipum á feltinum har, har eru eisini nøkur russisk skip.
Eini tvey føroysk skip leita eftir makreli á Sandoyarbankanum í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald