Vinna

Norðborg landar í Ánunum í morgin

Norðborg er komin undir land eystanfyri, teir framleiða enn, og rokna við at framleiða í 10 tímar afturat, áðrenn teir koma inn.

2022-07-08 14:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Vit tosaðu umborð fyri løtu síðan, teir liggja eystur úr Svínoynni, har teir framleiða tað seinasta, sum er í tangunum, tað segði Hans Klakstein stýrimaður tá ið vit tosaðu við hann.

Hann roknaði við, at koma á Fuglafjørð mitt í nátt, har teir skulu bunkra og pumpa lýsi í tangarnar hjá Havsbrún, teir hava 250 m3 av lýsi.

Ætlanin er at byrja at landa í Ánunum á middegi í morgin, teiir hava umleið 1.150 tons av frystum, harav 135 tons er sild og góð 1.000 tons er makrelur, harav 700 tons er heysað og 300 tons er heilfryst.

Harafturat hava teir 200 tons av mjøli.

Skipari hendan túrin er Jón Rasmussen.

Ætlanin er at fara nýggjan túr kl. 8 sunnumorgunin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder