2022-06-23 15:17
Norðborg er komin inn við nærum fullari last av frystum.
Í dag hava teir verið á Fuglafirði, har teir hava bunkra og pumpað lýsi í tangarnar hjá Havsbrún.
Teir skulu landa í Ánunum í morgin, teir hava 1.230 tons av frystum í lastini, harav er 500 tons heilfrystur makrelur, 315 tons sildafløk, 205 tons heilfryst sild og 190 tons heysað sild, eisini hava teir 128 m3 av lýsi og 126 tons av mjøli.
Jón Rasmussen skipari sigur, at teir hava onkrar tekniskar trupulleikar, sum skulu fáast uppá pláss, áðrenn teir loysa, men hann roknar við, at teir sigla á midnátt leygarkvøldið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald