2022-08-20 16:47
Teir landa í dag 1.150 tons av frystum makreli, tað mesta er skráskorið, men eini 200 tons eru heilfryst, so hava teir 185 tons av mjøli og 220 tons av lýsi, sum verður pumpað í tangarnar hjá Havsbrúnn í kvøld.
í kvøld ella í nátt skulu teir bunkra í Fuglafirði, teir fara nýggjan túr kl. 9 sunnumorgunin.
Norðborg hevur roynt í altjóða sjógvi norðanfyri føroyska markið, har tey flestu føroysku skipini eru stødd í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald