Vinna

Norðborg hevur landað í Ánunum

Norðborg gjørdi ein skjótan lodnutúr, teir landaðu í Ánunum fyri 12 døgum síðan.

2022-02-17 23:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg kom í Ánirnar á midnátt í gjárkvøldið við 1.270 tonsum av frystari lodnu og 135 tons av mjøli, sum teir landaðu í nátt og í morgun.

Teir silgdu aftur úr Ánunum kl. 15 í dag, og eru í kvøld komnir vestur móti íslendska markinum.

Tey føroysku lodnuskipini royna í kvøld bæði vestanfyr og eystanfyri Oyggjarnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder