2022-03-02 09:20
Norðborg hevur gjørt ein góðan lodnutúr, teir skulu landa 1.200 toons av lodnu og 120 tons av mjøli í Ánunum í morgin, teir hava eisini landað 980 tons á Hafnafirði seinasta fríggjadag, so talan er um ein góðan túr, sum hevur vart í tvær vikur.
Teir komu í rættuligt óveður á heimferðini og lógu bakk týsnáttina, men tað seinasta døgnið hevur viðrað betur.
Norðborg er nú stødd norðanfyri, teir framleiða enn og landa í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald