2023-08-17 21:00
Teir komu á Fuglafjørð fyri løtu síðan, teir landa 800 tons av feskum til Pelagos í kvøld, 300 tons av lýsi skulu upp í Fuglafirði, eisini bunkra teir til nýggjan túr í Fuglafirði.
Í morgin landa teir í Ánunum, teir hava 1.150 tons av frystum, alt heysaður makrelur og 235 tons av mjøli skulu eisini í land í Ánunum.
Sjómannadagur verður leygardagin í Klaksvík, so teir sigla ikki aftur fyrrenn leygarkvøldið sigur Jón Rasmussen við okkum á JN.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald