2025-08-14 07:05

Norðborg kemur á Fuglafjørð á middegi, har teir skulu bunkra og pumpa lýsi og slógv í tangarnar hjá Havsbrún.
Fríggjamorgunin skulu teir land 1.150 tons av heysaðum makreli í Ánunum.
Teir hava hendan túrin verið tvær vikur í altjóða sjógvi norðanfyri, teir royndu onkran dagin á 68N..
Tað eru 24 mans við Norðborg, skipari er Hans Klakkstein.
Makrelkvotan er nærum øll fiskað, tí rokna teir við, at koma at liggja í 2-3 vikur og so fara á sildaveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald