Mentan

Nólsoyingar gera klárt til at halda ovastevnu

Um vikuskiftið verður ovastevna í Nólsoy og skráin er fjølbroyttari og meira umfatandi enn nakrantíð áður. Veðurváninar eru góðar og nólsoyingar eru til reiðar at bjóða gestum vælkomnum.

2022-08-12 11:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ovastevna verður komandi vikuskifti og fyrireikararnir hava lagt eina fjølbroytta og rúgvismikla skrá fyri daganar. Stevnan er fastur táttur á summarskránni hjá nógvum føroyingum, um 5000 stevnugestir vóru á ovastevnu í fjør. Strandferðslan ger eitt stórt arbeiði og Ternan siglir at kalla hvønn tíma frá kl 10.00 leygarmorgun til kl. 05.00 sunnumorgun. Ferðaætlanin hjá Ternuni sæst á ssl.fo.

Keiin er miðdepilin á stevnuni. Tað er á keiini, stevnan verður sett, og í ár verður tað kendi sjónleikarin Gunnvá Zachariasen, sum ber fram røðu. Á keiini er matsøla, listaframsýning, útimøti, stand up og tónleikaframførslur av ymsum slagi. Har er tjaldið við tónleiki, dansi og ølsølu. Tá farið er at skýma verður felagssangur, eisini á keiini. Nógvu bátarnir, sum liggja á víkini, eru eisini við til at skapa ein serligan ovastevnudám. Hóast tað mesta fer fram á keiini, kann sigast at tað er lív í allastaðni. Tiltøkini fyri børn eru við fótbóltsvøllin á Mýrini og á frálíka sandinum á Malarenda. Børnini kunnu leita eftir krabbum, tey kunnu eisini vassa ella svimja á sjónum, tey kunna fara á barnabasar og annars spæla frítt. Forvitnisliga bygdasavnið við Brunn hevur opið, í kirkjuni verða konsertir, andakt og guðstænasta, undir Botnagarði verður kórsangur, handilin í bygdini hevur opið og heimavirkið letur dyrnar upp. Í Royndarhúsinum er kabarett, á flakavirkinum er sangleikur. Út á kvøldið er dansur í Royndarhúsinum og føroyskur dansur í Avhaldshúsinum. Hetta er bara ein partur av øllum tí tú kanst uppliva um vikuskifti í Nólsoy, og sum skilst er heilt víst okkurt til øll.

Nevndin, sum skipar fyri ovastevnuni, hevur lagt dent á, at stevnan skal vera fyri alla familjuna, og tiltøkini so vítt møguligt skulu vera ókeypis. Hetta ber millum annað til, tí flest øll fólk í Nólsoy taka lógvatak saman um at fáa hetta at bera til. Ein rúgva av sjálvbodnum fólkum eru í sving alt vikuskifti, og her er talan um bæði stórar og smáar uppgávur.

Stevnan til minnis um Ova Joensen, hevur knapt 30 ár á baki og hvørt ár gleðir bygdafólki seg til stevnuna.


Vælkomin á ovastevnu!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder