Ítróttur

Nólsoyarsvimjingin 2023

Svimjingin er fyri motiónistar, kappsvimjarar og svimjihugaði annars.

2023-08-12 09:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Leygardagin 12. august, á Ovastevnu, verður árliga svimjingin um Nólsoyarfjørð.
Svimjingin byrjar tá ein góður tími er eftir av vestfallinum, tvs. klokkan 1345.

Hølini hjá radioamatørunum Yviri við Strond eru opin frá klokkan 12, so svimjarar hava møguleika til at hittast, og skifta í góðari tíð.

Klokkan 1345 verður svimjingin skotin í gongd, í víkini har vanliga verður byrjað, eitt sindur heimanfyri Grønadamm.

Málið er Ærisportrið í Nólsoy, men svimjararnir mugu renna ella ganga seinasta teinin úr fjøruni, har teir lenda. Fólk frá Nólsoyar Bjargingarfelag taka ímóti svimjarunum tá teir koma upp á land, og styðja teir til teir eru tryggir á beinunum aftaná svimjitúrin.

Samarittar eru við á ferðini um fjørðin, fyri at trygdin skal vera so góð sum gjørligt.

Svimjarin skal sjálvur útvega sær:

1. Froskmanna ella triatlonbúna.
2. Bát við VHF, og minst tveimum fólkum umborð at fylgja sær. Báturin skal vera somikið stórur, at hann lættliga skal kunna taka svimjaran inn.
3. Svimjiboyu at hava uppi á meðan svomið verður.

Tilmelding fer fram við at flyta kr. 400,- á konto nr. 9181 0005095915, og viðmerkja navn og føðiár.

Kunningarfundur, har svimjarar og bátsformenn teirra skulu møta, verður fríggjakvøldið 11. august í hølunum hjá radioamatørunum, har eisini svimjihettur og fløgg vera útflýggjaði, eins og alt pappírsarbeiðið verður avgreitt, og tá er eisini seinasta freist at melda til.

Samskiparar, sum eisini svara møguligum spurningum, eru:
Eyðun Húsgarð tel. 594000
Randi Holm tel. 216564

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder