TRYGD:
Talið á fráboðaðum skaðum hevur verið áleið tað, sum varð væntað við ársbyrjan í fjør, og harafturat hevur árið verið merkt av inntøkuvøkstri. Avlopið eftir skatt var 12,5 mió kr., til samanberingar var úrslitið í 2021 eitt hall á 1,7 mió kr. Orsøkin til stóra munin millum úrslitini er, at 2021 var merkt av lutfalsliga stórum skaðum og stórum endurgjøldum, ímeðan skaðarnir í 2022 vóru á einum meira vanligum støði.
Óstøðugur marknaður
Fíggjarmarknaðurin hevur sum heild verið óstøðugur í farna ári. Høg inflatión, hækkandi rentur og ein meira óviss geopolitisk støða hava sett sín dám á 2022. Fyri Trygd hava hesi viðurskifti ítøkiliga ávirkað íløguúrslitið, ið var eitt hall á 4 mió. kr.
Eisini hevur høga inflatiónin havt við sær, at tað gerst dýrari at gera skaðar aftur. Trygd hevur tískil tillagað prísirnar í 2022.
Nøgdir kundar
Trygd strembar altíð eftir, at verandi og nýggir kundar eru nøgdir við tænastuna. Ein liður í hesi strembanini er, at Trygd javnan ger nøgdsemiskanningar. Niðurstøðan frá kanningini, ið varð gjørd í 2022, vísir, at kundarnir sum heild eru væl nøgdir við tænastuna, sum Trygd veitir – tað er serliga ráðgevingin og skaðaviðgerðin, ið kundarnir siga seg vera nøgdar við.
”Vit eru sum heild væl nøgd við 2022. Úrslitini eru nøktandi, vit hava fingið fleiri nýggjar kundar, og okkara kundar eru sum heild væl nøgdir við okkara tænastu. Harafturat hava vit eitt sterkt felag við eini góðari javnvág millum inntøkur og útreiðslur, sum ger, at vit kunnu veita okkara kundum góða tænastu og eisini tryggja framhaldandi kapping á tryggingarmarknaðinum í Føroyum”, sigur Brian Smedemark, stjóri.
Roknskapurin í stuttum
- Ársúrslitið áðrenn skatt var eitt avlop á 15,2 mió. kr. samanborið við eitt hall á 2,1 mió. kr. í 2021.
- Úrslitið eftir skatt var eitt avlop á 12,5 mió. kr. samanborið við eitt hall á 1,7 mió. kr. í 2021.
- Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum hækkaðu við 14,8 mió. kr. í 2022 og vóru tilsamans 155 mió. kr.
- Skaðaútreiðslurnar vóru 97,5 mió. kr. samanborið við 101,4 mió kr. í 2021.
- Endurgjaldsburturleggingarnar fyri egna rokning vóru 57,2 mió. kr. samanborið við 55,3 mió. kr. í 2021.
- Skaðaprosentparturin lækkaði úr 75,2% í 2021 niður í 65,5% í 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald