Vinna

Nógvur svartkjaftur sunnanfyri

Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan og írskan sjógv vóru gjørdar fyri páskir. Fyribilsúrslitini vísa, at nógv er til av svartkjafti í føroyskum øki í ár, áleið sum í fjør.

Ekkóvirðir (nøgd) av svartkjafti, Jákup Sverri 22/3-5/4 2023.

Ekkóvirðir (nøgd) av svartkjafti, Jákup Sverri 22/3-5/4 2023.

2023-04-13 20:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Havstovan: Talan er serliga um 2020 árgangin, men eisini 2021 og 2019 árgangirnar. Meginparturin av fiskinum hevði gýtt. Miðallongdin var 25 cm og miðalvektin 91 g í kannaða økinum.

Kanningin er skipað sum altjóða felags kanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Írlandi, Hollandi og Spania. Endaligu úrslitini frá felags kanningunum verða tøkar, tá tølini frá øllum luttakandi skipunum verða viðgjørd seinni í apríl.

Fyribilsúrslitini frá hinum rannsóknarskipunum, sum kannaðu økini longur suðuri, vístu, at gýtandi svartkjaftur var at síggja á leiðunum norður av Porcupine bankanum og fram við írsku og skotsku hellingini.

Les alla frágreiðingina her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder