Veðrið

Nógvir bilar standa eftir á Krambatanga í kvøld

--

2022-01-02 17:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Keðiliga veðrið í gjár gjørdi, at Smyrli mátti avlýsa ein túr úr Suðuroynni, og ein túr úr Havn í gjár. Tað hevði eisini við sær, at fráferðin frá Krambatanga, sum skuldi verða klokkan 08:30 í morgun bleiv broytt til klokkan 5 í nátt.

Smyril ger ein túr afturat eftir ferðatælanuni úr Suðuroynni nú klokkan 17:30, og fer síðani suður aftur í kvøld.

Tað hava verið nógv fólk í Suðuroynni og hildið nýggjár, og tað sæst eisini aftur umborð á Smyrli í kvøld. Longu klokkan 16:50 var einki pláss eftir fyri bilum á dekkinum, og standa tí eini 30-40 bilar eftir, sum ikki sleppa norð við Smyrli í kvøld.

SSL hevur boða frá, at broytingar kunnu væntast á suðuroyarleiðini bæði í morgin og týsdagin.

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder