Veðrið

Nógvi kavin og bilar sum standa fastir geva kavaruddarunum trupulleikar

Liggjandi kavin, og veðurlíkindini næsta døgnið, skapa avbjóðingar fyri kavaruddarunum í kommununi. Okkara menn hava verið úti og grivið síðan kl. 5 í morgun, og teir halda fram til kl. 20 í kvøld.

2022-12-18 19:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vága kommuna: Eins og Løgreglan og Landsverk, mæla vit frá óneyðugari koyring. Nógvir bilar standa fastir, og gevur hetta óneyðugar og stórar trupulleikar fyri teir sum standa fyri kavaruddingini, at skula fáa bilar leysar aftur, og teir sleppa ikki til soleiðis at teir fáa grivið ordiligt, tí bilar standa í vegin.

Byrjað verður aftur við kavarudding kl. 5 í morgin árini. Tað verður allarhelst ikki lætt, og heitt verður á borgarar um at hava tol við monnunum hjá okkum, teir gera alt tað teir eru mentir. Allar tøkar maskinur og fólk fara til verka í morgin tíðliga.

Roknast kann við nógvum vindi og at tað verður alsamt meira hált fyrrapartin í morgin. So verði ansin i ferðsluni og tey sum eru til gongu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder