Vinna

Nógvar smáar hvalspýggjur í Borðoyarvík

Fyrr í vikuni frættist um stórar nøgdir av æti í Borðoyarvík. Kanningar, sum Havstovan gjørdi vístu, at talan var um smáar hvalspýggjur (Hydrozoa). Støddin liggur um 4 mm. Nógv tað mesta er væta og tískil er neyvan nógv føðsluvirði í hvalspýggjunum. Slíkar verur eru vanligar, men av tí at tær eru smáar, umframt at meginparturin av kroppinum er klárur, eru tær torførar at síggja, uttan tá tær eru í heilt stórum tættleikum.

2023-05-10 21:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Havstovan: Sera nógv ymisk sløg av hvalspýggjum eru á okkara havleiðum og tá Havstovan ger kanningar av æti í sjónum, er vanligt at síggja ymisk sløg í smáum nøgdum. Meira sjáldsamt er, at tær eru í so stórum tættleikum, sum nú í Borðoyarvík.

Tað kemur javnan fyri, at æti rekur inn í firðirnar í Norðoyggjum, m.a. Borðoyarvík og Árnafjørð. T.d. er ofta komið fyri, at tættar torvur av krill hava verið í hesum økjunum. Hesuferð var tó ikki talan um slíkan – helst meira vælkomnan - gest.

Sí her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder