Vinna

Nógvar avlýsingar hjá Strandferðsluini

Nógvar avlýsingar og broytingar eru hjá Strandferðsluni, roknast kann eisini við broytingum ella avlýsungum bæði mikudagin og hósdagin, tí sagt verður frá nógvum vindi.

2023-11-21 18:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

  • 22. nov: Møguligar broytingar ella avlýsingar á leið 7
    Vegna vána veðurforsøgn kann væntast, at broytingar ella møguligar avlýsingar verða á leið 7, mikudag 22. november.
  • Gongubrúgvin á Krambatanga óvirkin
    Av tí at gongubrúgvin frá farstøðini á Krambatanga umborð á Smyril skal umvælast, verður gongubreyt til tey ferðandi gjørd frá farstøðini og aftur til bilrampuna á Smyrli. Eftir ætlan fer Landsverk undir umvælingararbeiðið týsdagin 7. november og mett verður, at arbeiðið tekur áleið fýra vikur.
  • Broyting á leið 601
    Í sambandi við arbeiði at grava av fyri portalinum til Dalstunnilin, verða allir túrar á leið 601 til og úr Dali, og Húsavík tilkalling, so leingi arbeiðið fer fram. Tilkalling er á tel +298 225900.
  • 21. nov: Avlýsing á leið 90
    Fyri veður er túrurin av Havnini kl. 18:00 fluttur til kl.19:00 og úr Nólsoy kl. 18:25 til 19:25. Síðani verður ikki siglt meira í kvøld, týsdag 21. november.
  • 21. nov: Avlýsing á leið 60
    Fyri veður verða túrarnir úr Skopun kl. 22:30 og av Gomlurætt kl. 23:05 ikki sigldir, týsdag 21. november.
  • 21. nov: Avlýsing á leiðunum 600 og 601
    Fyri veður verður síðsti túrur á leiðunum 600 og 601 koyrdur kl. 16:20 úr Skopun, týsdag 21. november.
  • 21. nov: Avlýsing á leið 700 og 701
    Fyri veður er ongin koyring á leið 700 og 701, týsdag 21. november.
  • 21. nov: Avlýsing á leið 100, 101 og 300
    Leið 100 Fyri veður verður síðsti túrur á leið 100 úr Vestmanna kl. 16:30 og úr Havnini kl. 16:30, týsdag 21. november. Leið 101 Fyri veður verður síðsti túrur á leið 101 kl. 16:45 frá farstøðini í Havnini, týsdag 21. november. Leið 300 Fyri veður verður síðsti túrur á leið 300 úr Havn kl. 16:30 og kl. 16:25 úr Sørvági, týsdag 21. november.
  • 21. nov: Avlýsing á leið 350
    Fyri veður koyrir leið 350 bert til og frá Sørvági, týsdag 21. November.
  • 21. nov: Avlýsing á leið 66
    Fyri veður er ongin sigling á leið 66, týsdag 21. november.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder