Vinna

Nógv spennandi á skrá hjá LGBT+ Føroyum

LGBT+ Føroyar hevur lagt eina fjølbroytta skrá fyri komandi árið, og vit gleða okkum at bjóða øllum LGBT+’arum til áhugaverd tiltøk.

2023-02-03 18:47 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Vit hava lagt okkum eftir at skipa fyri tiltøkum, sum skapa betri trivnað, sum eru upplýsandi og hugnalig, og sum geva LGBT+’arum møguleika at møtast við øðrum í somu støðu. Í februar verður m.a. filmskvøld, lesibólkur, tiltak fyri ælabogafamiljur og fleiri hugnakvøld.


FILMSKVØLD

Vit leggja fyri við einum filmskvøldi sunnukvøldið 5. februar kl. 19.00 í okkara hølum í Tórsgøtu 16, har The Normal Heart verður sýndur.


The Normal Heart byggir á upplivingar hjá aktivistinum og rithøvundinum Larry Kramer, tá ið hann fór í hernað fyri samkyndar menn, sum vóru raktir av einum ókendum og deyðiligum virusi. Hetta er ein góður, hjartanemandi og ikki minst upplýsandi filmur, sum hevur vunnið hópin av virðislønum. 


Ryan Murphy, sum m.a. er kendur fyri Glee, Pose og American Horror Story, hevur leikstjórnað. Av leikarum kunnu nevnast Mark Ruffalo, Matt Boomer, Jim Parsons og Julia Roberts.


Vit bjóða poppkorn og sodavatn, so komið við til eitt hugnaligt filmskvøld.


Filmskvøld verður fyrsta sunnukvøld í hvørjum mánaði, har vit fara at hyggja eftir ymiskum filmum, sum á onkran hátt eru um LGBT+ viðurskifti.


Allir LGBT+’arar eru hjartaliga vælkomnir, og vit gleða okkum at síggja tykkum – dyrnar lata upp kl. 18.30.


HUGNAKVØLD FYRI KRISTNAR LGBT+arar

Ert tú partur av eini samkomu? 

Hevur tú verið? 

Hevur kristindómurin merkt teg onkursvegna? 


So er hetta kvøldið fyri teg.


Vit hittast í LGBT+-hølunum mánadagin 6. februar kl. 19. 

Hugnakvøldini verða fast 1. mánadag í hvørjum mánaði. 


Orsøkin til hesi kvøldini er, at LGBT+ Føroyar javnan fær áheitanir frá LGBT+’arum kring alt landið, sum hava trupult við at fóta sær í einum kristnum umhvørvi, bæði tey, sum eru trúgvandi, og ikki. Tað, sum oftast eyðkennir hesi, er, at tey kenna seg púra einsamøll. Tískil velur LGBT+ Føroyar at skipa fyri hugnakvøldum fyri LGBT+’arar, sum kundu hugsa sær at hitt aðrar LGBT+’arar, sum standa í somu støðu ella hava havt somu avbjóðingar.

 

ÆLABOGALESIBÓLKUR

Vilt tú lesa fleiri bøkur, sum viðgera LGBT+-evni ella eru skrivaðar av LGBT+-rithøvundum?


So kom við í nýggja Ælabogalesibólkin hjá okkum!


Vita fara at lesa ymiskar bøkur og síðani møtast 4.-6. hvørja viku at tosa og kjakast um bøkurnar og evnini.


Ljóðar hetta sum nakað fyri teg, so tekna teg til Ælabogalesibólkin á FacebookInstagram ella á [email protected].


KVIR KVINNUKVØLD 

Fríggjakvøldið 17. februar kl. 19.00 verður hugnakvøld fyri samkyndar, tvíkyndar, tvørkyndar og ikki-biner, sum elska kvinnur


TAPAS, BOBLUR, HUGNALIG PRÁT OG GOTT LAG 


Stað: Tórsgøta 16, Tórshavn

Kostnaður: 100 kr.

Aldursmark: 18 ár


Tilmelding: Send okkum eini boð á FacebookInstagram ella á [email protected] í seinasta lagi mikudagin 15. februar. Um tú ikki kennir aðrar kvinnur, sum fara til tiltakið, so kom kortini, tí vit taka væl ímóti tær.


Vit gleða okkum at síggja tykkum allar!


HUGNAKVØLD FYRI TVÍKYND & PANSEKSUELL

Hóskvøldið 23. februar kl. 19.00 eru øll tvíkynd og panseksuell vælkomin í Tórsgøtu 16.


Meira verður at frætta um hetta tiltak á Facebook og Instagram.


ÆLABOGAFAMILJUR

Sunnudagin 26. februar kl. 13.00 er aftur møguleiki hjá ælabogafamiljum at hittast í Tórsgøtu 16.

 

Tiltakið er ætlað ælabogafamiljum við børnum í øllum aldri, og endamálið er at skapa eitt umhvørvi, har ælabogafamiljur kunnu hittast og hugna sær saman. Leikur og spøl eru í hølinum, og vit bjóða kaffi, sunkist, frukt og køku.


Hava tit hug at vera við, so meldið tykkum til á FacebookInstagram ella á [email protected] í seinasta lagi fríggjadagin 24. februar


Ælabogafamiljurnar fara at hittast fast síðsta sunnudag í hvørjum mánaði


Fleiri onnur tiltøk eru á veg komandi vikurnar, so tað er at fylgja væl við á sosialu miðlunum hjá LGBT+ Føroyum, har øll tiltøk verða løgd út. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder