Annað

Nógv at gera hjá løgrelguni

Hetta seinasta samdøgrið hevur løgregla havt fleiri mál

2025-02-16 09:34 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Harðskapur

Um 20 tíðina í gjárskvøldið tekur løgreglan ein við Tórshøll og skuldsetur hann fyri brot á skilhaldsreglurnar. Meðan løgreglan ger tað, kemur ein annar og slær annan av løgreglumonnunum. Viðkomandi er tikin við inná støðina, og verður skuldsettur fyri harðskap ímóti løgreglumanni.

Herverk

Løgreglan fekk í gjár eina fráboðan um, at herverk var gjørt í Miðvági. Onkur hevði skorið dekkini upp á einum bili. Løgreglan fer at gera kanningar har í dag.

Ferðmátingar

Løgreglan gjørdi ferðslukanningar í Kollafirði í gjár, har fingu trý klipp fyri at koyra millum 70 og 80 km/t í bygdum øki.

Í gjárskvøldið gjørdi løgreglan ferðmátingar í Hoyvík, har koyrdi ein 89 km/t, og fær viðkomandi koyriforboð um hann góðtekur skuldsetingina. Hevur havt koyrikortið í minni enn trý ár.

Nakað eftir midnátt var ein 18 ára gamal máldur til at koyra 106 km/t í Norðoyartunlinum, og tá ið hann kemur út koyrir hann í skeivari síðu í rundkoyringini. Tað fær hann tvey klipp fyri, og somuleiðis koyriforboð um hann góðtekur skuldsetingina.

Rúsdrekkakoyring

Tveir eru eisini tiknir fyri rúsdrekkakoyring í Havn. Ein klokkan 03:30 og hin klokkan 04:15.

Ferðsluóhapp

Tvey ferðsluóhapp hava eisini verið. Í morgun skuldi ein kvinna parkera á flogvøllinum, og stóð bilurin framvegis frá og í gear. Hon trýsti á speedarin í staðin fyri bremsuna, og datt úr bilinum og smekkaði høvdi í. Hon er koyrdi á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Í Havn hevur ein sum skuldi parkera við Mylnuna koyrt á ein rút hjá handlinum.

Innbrot

Tvey innbrot hava eisini verið. Klokkan 23:30 fær fráboðan um innbrot í Reyða Krossi í Havn. Í morgun klokkan 07:53 fær løgreglan aftur fráboðan um innbrot. Tað var í PE í Havn. Løgreglan ger kanningar í løtuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder