Ítróttur

Nóa skriva undir sín fyrsta sáttmála við 07 Vestur

í 07 Vestur hava vit í nøkur ár vitað, at fleiri spennandi spælarar hava verið á veg. Nú byrja teir so at banka uppá, og vit sleppa at síggja teir á vaksnamannaliðnum. Nóa Eyðsteinsson er ein av eyðsýndu spælarunum, vit hava bíða eftir.

2023-12-19 16:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Nú hevur hann skrivað undir sín fyrsta sáttmála við 07 vestur. Vónandi er hetta bert tann fyrsti sáttmálin av mongum. Familjan hjá Nóa er ikki ókend í felagnum. Silas Eyðsteinsson og Samuel Eyðsteinsson hava báir spælt við 07 Vestur. Serliga kenna vit til Silas, sum hevur verið málverji hjá okkum.

Nóa hevur víst sínar serligu dygdir í ungdómsfótbólti. Umframt liðini hjá okkum, hevur Nóa spælt við U15 og U17 landsliðnum. Vit ynskja Nóa hjartaliga til lukku við 2 ára sáttmálanum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder