2022-09-28 13:11

Uni Rasmussen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum, hevur sett Niels Juel Arge í starv sum stjóra á Strandferðsluni. Við sínum yrkisroyndum, sum skifta millum alment og privat, er Niels Juel Arge væl skikkaður til starvið sum stjóri á SSL. Niels Juel hevur verið fíggjarleiðari á strandferðsluni í tveimum umførum umframt fyribils stjóri í 2007.
Niels Juel Arge er í løtuni fíggjarleiðari hjá Tórshavnar kommunu. Hann er útbúgvin cand.merc.aud. Harumframt hevur hann ískoytisútbúgving frá journalistháskúlanum í Århus. Niels Juel er 56 ára gamal.
Eftir ætlan byrjar Niels Juel í starvinum 1. november.
(Myndin er frá KVF sending)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald