Vinna

Neyðugt er, at eldraøkið verður effektiviserað

Røktar- og ellisheim eiga at hava 24 búpláss og í minsta lagi 16 búpláss, fyri at raksturin skal vera skynsamur, og fyri at starvsfólkaorkan skal røkka til. Neyðugt er at effektivisera eldraøkið.

2024-02-09 09:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Mynd 1 vísir, at frá áleið 60 ára aldri vaksa miðal einstaklingaútreiðslurnar til heilsu støðugt fram til áleið 80 ára aldur, har vøksturin avtekur. Vøksturin í einstaklingaútreiðslunum til eldrarøkt tekur dik á seg við 80 ára aldur, og verður serliga brattur fyri elstu aldursbólkarnar.

Talið av 80+ ára gomlum nærum tvífaldast fram til 2040 til áleið 4.500 persónar, og nærkast 6.500 í tali í 2062. Talið av 90+ ára gomlum tvífaldast eisini fram til 2040 og táttar í 1.700 fólk í 2062.

Samanrenningin av broyttu aldursamansetingini hjá búfjøldini, har vit verða alsamt fleiri eldri, við høga einstaklingakostnaðinum á eldrarøktini ger, at samlaðu útreiðslurnar til eldrarøkt vaksa munandi í framrokningartíðarskeiðinum.

Í Føroyum hava 23 útav 30 røktar- og ellisheimum færri enn 30 búpláss, og nøkur hava enntá færri enn 10 búpláss sambært frágreiðingini ‘Í góðum hondum’. Tað er eyðsæð, at við fáum búplássum fyri hvørt røktar- og ellisheim, verða normeringarnar av starvsfólkum lutfalsliga høgar og sostatt gerst raksturin fyri hvørt búpláss dýrari. Av tí at lønir eru nógv tann størsti útreiðsluposturin, tá ið umræður eldrarøkt, má starvsfólkaorkan brúkast á ein so effektivan hátt, sum til ber, um útreiðslurnar til eldrarøkt ikki skula gerast ovurhonds stórar.

Á vári 2022 kom frágreiðingin ‘Í góðum hondum’, ið var eitt tvørgeira arbeiði á embætismannastigi. Millum annað verður víst á, at bústovnar í føroysku vælferðarskipanini eru rættiliga smáir samanborið við londini rundanum okkum, og neyðugt er at kanna, hvussu raksturin kann gerast skynsamur. Frágreiðingin vísir eisini á, at Kommunernes Landsforening í Danmark viðmælir stovnar við 30 til 60 búplássum, fyri at starvsfólkaraksturin skal verða skynsamur. Frágreiðingin kemur til ta niðurstøðu, at fyri at raksturin skal verða skynsamur og fyri at starvsfólkaorkan skal røkka til, skulu røktar- og ellisheimini í framtíðini hava 24 búpláss, og ið minsta lagi 16 búpláss

Greitt verður eisini frá, at ein ‘millumbúformur’ millum egin hús og røktarheim manglar í Føroyum. Tá ið fólk ikki longur klára at verða í egnum húsum, er eingin annar valmøguleiki, enn eldrasambýlið ella røktarheim. Tí verður mælt til at fremja eina útbygging av eldraøkinum, sum í nógv størri mun skal fevna um eldraíbúðir. Eldrabústaðir kunnu eitt nú gera heima- og sjúkratænastuna meira effektiva, tí minni tíð fer til flutning. Harumframt kann ‘millumbúformurin’ lætta um trýstið á bíðilistarnar til røktar- og ellisheimspláss og um trýstið á kommunukassarnar í framtíðini, tí hesin búformurin er bíligari í rakstri enn til røktar- og ellisheim.

Les meira í frágreiðingini hjá Búskaparráðnum um fíggjarpolitiskt haldføri her.

Les "Í góðum hondum" her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder