Annað

Neyðrakett sædd á Vágseiði

Beint fyri klokkan 23 í gjár ringdu fleiri fólk úr Vági til løgregluna, tí tey høvdu sæð eina neyðrakett á Vágseiði

Savnsmynd

Savnsmynd

2025-02-08 09:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Millum tey sum ringdu inn á løgreglustøðina vóru fólk frá bjargingarfelagnum har suðri, sum settu kós vestur á Vágseiði við tað sama. Neyðrakettin datt niður tætt við fóltbóltsvøllin.

Bæði bjargingartyrlan og Brimil blivu boðsend. Tyrlan leitaði vestanfyri Vágseiði eina góða løtu, men har var einki at síggja. Eingin bátur er saknaður, og tað er lítið sannlíkt, at nakrar útróðrarbátur var vestanfyri Suðuroynna í gjárskvøldið, tí har var nógv brim og keðiligt veður á leiðini.

Av løgreglustøðini verður upplýst, at helst er talan um, at fólk hava skotið neyðrakettina av landi. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder