Vinna

New York, styrkt súluskipan og nýtt ferðamál

Føroyska tjóðarflogfelagið Atlantic Airways fyllir 35 ár í dag. Og tað skal hátíðarhaldast - árið verður eitt spennandi ár við fleiri merkishendingum.

2023-03-28 10:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Atlantic Airways 35 ár:


Føroyska tjóðarflogfelagið Atlantic Airways fyllir 35 ár í dag. Og tað skal hátíðarhaldast - árið verður eitt spennandi ár við fleiri merkishendingum.

Á farstøðini á flogvøllinum fáa ferðandi og vitjandi kaffi og okkurt gott afturvið, og eisini umborð verður gjørt eitt sindur eyka burturúr.

New York

Seinni í ár verður fyri fyrstu ferð nakrantíð gjørligt at flúgva rutuflúgving tvørtur um Atlantshavið beinleiðis úr Føroyum til New York. Nú kann Atlantic Airways nevniliga kunngera, at beinleiðis flúgvingin til USA byrjar 22. august í ár, og ferðaseðlarnir verða settir til sølu 15. maj. 2023 og fara at kosta úr 5.995 kr t/r.

“Vit fegnast um, at vit endiliga kunnu bjóða føroyingum møguleikan at flúgva beinleiðis til New York. Áhugin fyri rutuni hevur verið sera stórur bæði millum føroyingar og útlendingar, heilt síðani tað kom út, at vit løgdu ætlanir um beinleiðis flúgving til USA, og tað fegnast vit sjálvandi um, og vit vænta, at hetta fer at hepnast væl,” sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways. 

Flogið verður millum Vágar og Stewart flogvøllin, sum liggur ein góðan tíma uttanfyri New York. Orsøkin til, at tað verður júst Stewart International Airport er, at har bar til at fáa bestu lendingstíðina. Tað verður skipað fyri bussflutningi inn til New York í sambandi við komunar hjá Atlantic Airways, og tað fer at bera til at keypa sær pláss við bussinum frammanundan.

Atlantic Airways fer at flúgva úr Vágum til New York sjey týsdagar frá 22. August til og við 10. Oktober, og flogferðin heim aftur verður mikudagar. Flogtíðin verður umleið sjey tímar.

Flúgvingin til New York verður síðani tikin upp aftur á vári 2024.

Nýtt sól-ferðamál

Tað er ongin loyna, at sól-ferðamálini hjá Atlantic Airways eru sera væl umtókt. Bæði Barcelona og Mallorca, ið flogið verður til um summarið, og ikki at gloyma Gran Canaria, higar Atlantic Airways flýgur um veturin.

Gran Canaria verður sjálvandi aftur á ferðaætlanini komandi vetur, og flogið verður um jólini t. 19. og 29. desember 2023. Hesar dagar verður flogið aftur og fram sama dag.

Eftir hetta verður Gran Canaria fast á skrá hvønn týsdag frá 9. januar til 26. mars 2024, og tá verður heimferðin til Føroya úr Las Palmas mikudagar. Seinasti túrurin til Gran Canaria í 2024 verður mikudagin 3. apríl, og tann dagin verður flogið aftur og fram sama dag.

Sølan til Gran Canaria komandi vetur byrjar 17. apríl 2023.

“Føroyingar hava tikið serstakliga væl undir við at flúgva til Gran Canaria og heitari veðurlag, tá tað er myrkt og kalt í Føroyum, og tí hava vit gjørt av at seta enn meira #SÓLUMVETURIN á rutukortið og fara tí at flúgva beinleiðis til Tenerife á heysti 2024,” sigur Jóhanna á Bergi.

Meira kunning um dagfestingar, og nær sølan byrjar kemur í heyst.


Styrkt súluskipan

Í sambandi við 35 ára føðingardagin fáa øll, sum eru limir í Súlubonus-skipanini hjá Atlantic Airways, 350 stig í føðingardagsgávu.

Frameftir fara tey, sum forvinna meira enn 10.000 stig um árið, at fáa eitt silvurkort. Harafturat fer tað eisini at verða skjótari at forvinna stig til bæði gull og basaltkort. Tað fer tað nú at krevja 15.000 stig fyri at fáa eitt gullkort og 25.000 stig til eitt basaltkort. Hesi kortini eru nú gjørd talgild fyri at sleppa undan framleiðslu av óneyðugum plastikk-kortum. Tað ber til at taka kortini niður í tína ‘wallet’-app til at vísa fram eftir tørvi. Tú skalt bara rita teg inn á tín súlubonusvanga á kaganum, haðani tað síðani ber til at taka kortið niður á tína snildfon.

Fyri at forvinna súlustig, skalt tú bara tøppa títt súlubonusnummar inn, tá ið tú skrivar teg inn til ferðina. So verða stigini skrásett.

-

Í sambandi við føðingardagin fara vit eisini at hava nøkur spennandi føðingardagstilboð. Fylg við á okkara Facebookvanga, og um tú ert meldað/ur til okkara tíðindabræv, fært tú eisini boð í innboksina. Til ber at melda seg til tíðindabræv okkara á heimasíðuni atlantic.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder