2025-02-26 11:24

Føroya Ferðaleiðarafelag hevði aðalfund 22. februar. Hilda Thomsen og Samson Højgaard stóðu fyri vali og vórðu bæði afturvald. Bergur Samuelsen og Edny Poulsen vórðu vald sum tiltakslimir. Á nevndarfundi 23. februar skipaði nevndin seg eins og áður við Hildu Thomsen sum forkvinnu, Samson Højgaard sum næstformanni og Bjørg Jacobsen sum skrivara og kassameistara.
Føroya Ferðaleiðarafelag er eitt áhugafelag og arbeiðir fyri at menna ferðaleiðarayrkið og fáa skipað viðurskifti fyri ferðaleiðarar í ferðavinnuni.
Á myndini frá vinstru eru:
Bergur Samuelsen, Bjørg Jacobsen, Edny Poulsen, Hilda Thomsen, Samson Højgaard.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald